Eystanljóð 

Eystanljóð 

Kórið hevur fingið nýggj venjingarhølir. Vant verður framyvir í arbeiðsmannafelagshúsinum í Gøtugjógv (gamla Føroya Banka). Vant verður hvørt týskvøld kl 19.30 til 22 og eru øll vælkomin.

Á skránni í vár er m.a. eitt verkið Missa brevis St-Johannis de Deo eftur Haydn. Eisini eru Ave Verum Corpus, Laudate Dominum umframt fleiri føroyskir kórsatsir.

 

Um kórið Eystanljóð

Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór, sum hevur heimstað í Eysturkommunu. Kórið hevur verið virkið síðani 1987.

Kórið venur hvørt týskvøld í ovastu hædd á 1929 skúlanum við Gøtugjógv. Í kórinum eru uml. 30 sangara í aldrinum 18 til 75 ár.

Kórið byrjar nýtt sangár mitt í septembur mánaða, og eru  nýggir sangarar hjartaliga vælkomnir. Kórið syngur bæði traditionellan og nýggjan tónleik, kirkjutónleik og verðsligan tónleik, føroyskt og útlendskt. Ein og hvør við áhuga fyri sangi kann luttaka.

Meira fæst at vita um kórið við at ringja á tlf. 589972,  ella til ein av kórlimunum. Listi við nøvnum og telefonnumrum finst á heimasíðuni. Vit gleða okkum til at síggja nógvar nýggjar sangarar í heyst.

eystanljod{@}gmail.com

obs: {og} skullu ikki takast við í emailaddressuni

Kórtelefonin hevur tlf: 594787


TOP Print version