Eystanljóð 25 ára hátíðardagur hjá
Eystanljóð
Kórið Eystanljóð, sum fleiri eisini kenna sum felagskórið Gøta/Leirvík hevur nú 25 ár á baki. Hetta verður hátíðarhildið leygardagin 28. apríl við kórdegi í Gøtu kirkju og veitslu í Valhøll um kvøldið. Skráin fyri dagin verður henda:
KL09.30 - 10.00 Morgunmatur í
kirkjukjallaranum
KL10.00 - 10.15
Upphiting - Við Leif Hansen
kl.
KL10.15 - 11.15 Venjing við Petur Martin
Johannesen
KL11.15 - 12.15 Venjing við Bjarna
Restorff
Steðgur - Suppa og flute í
kirkjuklallaranum
kl. 13.00 - 13.30
Venjing við Leif Hansen
kl. 13.30 - 14.15
Venjing við Petur Martin
14.30 - 15.15 Venjing við Bjarna Restorff
Steðgur
KL15.30 Generalroynd
- Lítla Eystanljóð, Petur Martin, Bjarni, Leif.
kl. 17.00 Konsert
kl. 19.00 Veitsla í
Valhøll - Kalt borð og heitir sangir.
Dagurin er nokk so
tætt pakkaður, so tað verður ikki tíð at fara heim ímillum generalroynd og
konsert ella ímillum konsert og veitslu.
Kostnaðurin fyri veitsluna er kr. 150 Nýggj venjingarhølir
Kórið hevur fingið nýggj venjingarhølir. Vant verður framyvir í arbeiðsmannafelagshúsinum í Gøtugjógv (gamla Føroya Banka). Vant verður hvørt týskvøld kl 19.30 til 22 og eru øll vælkomin. Um kórið Eystanljóð
Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór, sum hevur heimstað í Eysturkommunu. Kórið hevur verið virkið síðani 1987.
Kórið venur hvørt týskvøld í ovastu hædd á 1929 skúlanum við Gøtugjógv. Í kórinum eru uml. 30 sangara í aldrinum 18 til 75 ár.
Kórið byrjar nýtt sangár mitt í septembur mánaða, og eru nýggir sangarar hjartaliga vælkomnir. Kórið syngur bæði traditionellan og nýggjan tónleik, kirkjutónleik og verðsligan tónleik, føroyskt og útlendskt. Ein og hvør við áhuga fyri sangi kann luttaka.
Meira fæst at vita um kórið við at ringja á tlf. 589972, ella til ein av kórlimunum. Listi við nøvnum og telefonnumrum finst á heimasíðuni. Vit gleða okkum til at síggja nógvar nýggjar sangarar í heyst.
eystanljod{@}gmail.com
obs: {og} skullu ikki takast við í emailaddressuni
Kórtelefonin hevur tlf: 594787
|